Fløska tveitt eftir løgregluni

Eini 50 ungfólk nýttu fríggjanáttina høvi til at koma saman í veitslu í Havn. Tað, sum skuldi verið eitt stuttligt kvøld, endaði í einum stórum ruðuleika, og ein 17 ára gamal drongur bleiv skuldsettur fyri at tveita við fløsku eftir løgregluni

Fríggjanáttina bleiv løgreglan boðsend til húsaófrið mitt í Havnini. Her vísti tað seg, at eini 50 ungfólk, ið høvdu veistlu, høvdu hug at larma ov illa. Løgreglan tyktist ikki at verða vælkomin, tí tá ið løgreglan nærkast húsinum, bleiv ein fløska tveitt eftir løgregluni. Tað mátti tilkallast fleiri løgreglufólk fyri at fáa skil á ruðuleikanum; eina løtu umhugsaði løgreglan at nýta kniplar og hundar. Tó fekk løgreglan tamarhald á støðuni, áðrenn farið var so langt, og tey ungu fólkini vórðu spjadd frá hvørjum øðrum. Tó slapp ein 17 ára gamal drongur ikki so lætt. Hann bleiv skuldsettur fyri at tveita við fløsku eftir løgregluni.