Keypmannahavn: Tær sóu fyri tað mesta frískar og væl upplagdar út, tá tær komu við bussi til flogvøllin í Kastrup.
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti legði í dag leiðina úr danska høvuðsstaðnum - har tær hava verið á venjingarlegu - og til Bosnia. Flogið verður umvegis Wien í Eysturríki, og tí verður talan um ein hampuliga drúgvan dag hjá hópinum.
Sum heild eru spælararnir væl fyri. Onkur ferðir av krími ger nakað um seg, men sum skilst, so er hetta tó ikki verri enn ilt. Og í øllum føurm er tað ikki so, at nøkur teirra er seingjarliggjandi.
Umframt spælararnar sjálvar, telur landsliðshópurin eisini venjararnar báðar, Flemming Raben og Svein Rógva Nielsen. Ferðaleiðarar eru Niels Petur Bech, Eirikur Magnussen og Jákup Durhuus. Hartil er danska Tina Jacobsen við sum fysioterapeutur.