Flúgva frá próvtøku og í hálvfinaluna

Tyrlan flýgur seinnapartin tveir av spælarunum hjá Suðringum norður í høvuðsstaðin

Tað er í dag próvtøkudagur í miðnámi, og tað er stórur steypadagur í Gundadali.

Trý av feløgunum, sum skulu spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið, eru tey í høvuðsstaðnum – AB, B36 og HB. Hjá teirra spælarum er vegurin ikki so langur í Gundadal.

 

Suðringar eru á veg norður við Smyrli, sum loysti av Krambatanga á middegi.

Tveir av lyklaspælarunum eru ikki í ferðalagnum. Dánjal Godtfred og Salmundur Bech sita boygdir yvir próvtøkuborðið í skúlanum í Hovi, meðan liðfelagarnir og viðhaldsfólk eru á veg norður.

Teir eru í dag til skrivliga próvtøku í støddfrøði. Próvtøkan er frá klokkan 9 og til klokkan 14.

 

Julius Vest Joensen, formaður hjá Suðringum, sigur, at tað fer at eydnast teimum báðum at vera við í síðstu fyrireikingunum og harvið á liðnum hjá Suðringum í Gundadali í kvøld.

-Tyrlan er leigað at flyta teir báðar norður. Avrátt er, at teir kunnu fara umborð klokkan 15.10 ella ein stóran tíma eftir, at próvtøkan er liðug, og so lenda teir í Havnini klokkan 15.45, sigur Julius Vest Joensen.

 

Smyril fer av aftur Havnini í kvøld klokkan 21.30 ella eitt korter seinni, enn tað er ásett í ferðaætlanini. Hetta er umleið ein hálvan tíma eftir, at síðsta bríksl hevur verið í Gundadali.