Klaksvíkingarnir úr ?I am?, koma væntandi á banan við einari nýggjarí fløgu um mánaðarskifti september/oktober.
Sum tað skilst á lagnum er talan um eina fløgu við 11 góðum rock/pop løgum, og er alt upptøkuarbeiðið farið fram norðuri í Klaksvík.
Væntandi verður ljóðgóðskan heilt í topp, tí til at mixa fløguna hava teir fingið so frægan mann sum Óla Poulsen.
Magni Christiansen er eisini á veg við nýggjari fløgu.
Talan er eins og seinast um eina fløgu við andaligum country-tónleiki.
Magni hevur upplýst fyri okkum, at talan verður um eini 10-12 løg, harav 3 eru heimagjørd, ímeðan hini eru tulkingar av løgum hjá øðrum sangarum og bólkum.
Fløgan, sum nevnist ?Eg hoyrdi einglasong?, verður væntandi at fáa kring landið einaferð í november mánaði.