Almenn fløgureseptión verður á Mess skrivstovuni í dag í sambandi við fløguútgávu hjá Guðrið Hansdóttir. Í dag kemur fløgan ?The Sky is Opening? út, og í hesum sambandið verður almenn fløgureseptión á Mess skrivstovuni í Niels Finsensgøtu.
Guðrið spælir sjálv nøkur løg av nýggju fløguni, og eisini verður høvi at ogna sær nýggju fløguna og atgongumerki til útgávukonsertina, sum verður 13. juni í Sjónleikarhúsinum.
Umframt ferskar tónar verður okkurt leskandi at fáa. Øll eru vælkomin til reseptiónina.









