Jólini nærkast, og hóast vit kanska ikki eru farin at hugsa um, hvat vit skulu geva famliju og vinum í jólagávu, so eru tað onnur, sum hava hugsað um, hvat tey skulu fáa okkum at keypa.
Millum hesi eru sjálvsagt øll tey, sum fáast við tónleik, og tað er ikki eiti á fløgur, sum hesi fara at bjóða okkum komandi mánaðin.
Eyðun hevur verið í sambandi við onkrar av tónleikaútgevarunum, fyri at vita, hvørjar freistingar tey fara at hava til okkara, nú vit um nakrar vikur fara at leita eftir gávum.
Tað, sum Eyðun er komin fram til, er, at tað í minsta lagi koma 12 nýggjar føroyskar fløgur á marknaðin beint áðrenn jól, so vit fáa í øllum førum nakað at velja ímillum.
Gleðiligt at so mikið nógv tilfar kemur út á føroyskum. Eisini haldi eg tað vera sera gott, at fólk nú keypa føroyskar fløgur, tí talan er um góðan tónleik, og ikki bara fyri at stuðla føroyskum útgávum.
Umframt at hyggja eftir fløgum, so hava vit eisini verið ein túr í Havnar Bio, fyri at vita, hvørjir filmar tey fara at sýna fyri okkum frá nú av og til jóla.
Fleiri spennandi nøvn verða at síggja á hvíta tjaldinum har inni, og sigast má, at øll fáa nakað í sín part. Sjálvur ætli eg mær í hvussu so er at hyggja eftir filminum, sum sigst at vera besti ræðufilmur nakrantíð.
Í seinastu útgávuni sendi eg eitt lítið neyðarróp, har eg bað tykkum um at senda eitt sindur av tilfari inn til okkara. Líkt er til, at fleiri av tykkum hava lurtað eftir hesum, og í blaðnum í dag hava vit prentað innsent tilfar frá 3 ymsum lesarum. Eitt innslag slapp ikki við hesu ferðina, tí pláss var ikki fyri tí, men so skjótt, sum vit hava fingið eini 2 afturat, verður eisini hetta at síggja.
Sjálvsagt verður fløga send til onkran av teimum, sum hava innsløg í blaðnum, so hjá øllum tykkum, sum kundu hugsað sær eina ókeypis fløgu, er bara at skriva inn. 3-arin er jú skít-fullur av fløgum, og teir hava einki ímóti at geva onkrar av hesum burtur.
Annars er alt við tað gamla her hjá okkum. Vit hava hitlistar og fløguummæli til tykkara, umframt at óføri praktikanturin, sum Sosialurin hevði seinastu 2 vikurnar, heur gjørt fleiri »Svara so« teigir, sum verða prentaðir komandi mikudagarnar. Mikudagur er jú Yngd-dagur, og sjálvsagt verður Yngd aftur komandi mikudag. Havið tað gott so leingi.










