Sangbólkurin SALT fer á pallin í Rex í kvøld klokkan 21. Talan er sum sagt um sangbólk, sum hevur ta styrki, at her eru røddirnar í hásæti, ella - sum oftast ? eina og altavgerandi.
Men síðani fløga teirra kom út, hevur bólkurin havt undanvind. Hóast talan er um andaliga fløgu, so rakar hon breiða fjøld, tí líka nógv er tað sang- og tónleikadygdin, ið merkir útgávuna, eins væl og bólkin.
Fløgan er flott! Bæði so og so. So stutt ber til at siga tað, sum sigast skal.
Húsi og annað er sum tað nú einaferð sømir seg einum dygdar verki. Limirnir prógva, at talan er um ein bólk, sum dugur er í. Úrval og útsetingar eru á høgum støði og nútímansgjørd ljóða løgini væl í hesum eyðkenda vokalstílinum. Bæði yngri og eldri løg.
Fløgan er ummæld aðrastaðni bæði væl og betri, enn gjørt verður her. Men eg eri púra samdur. Fløgan er framúr væl úr hondum greidd. Bólkurin sjálvur hevur megnað at ala fram gott tilfar og góðar útsetingar og sjálvandi góðan sang.
Men afturat sær hava tey kønar menn. Nevnast má Hans Poulsen, sum hevur sett síni fingramerki á fløguna.
Eg skal satt at siga fara so langt sum at avdúka, at tá eg fyrstuferð hoyrdi okkurt av løgunum spælt í ÚF, so vardi tað meg ikki beinanvegin, at talan var um føroyska útgávu. Ljóðið og dámurin er altjóða. Eg hugsaði fyrst um The Cors ella okkurt tílíkt. Men hetta var føroyskt SALT.
Serliga, tá talan er um løgini, har ljóðføri eru afturvið, er altjóða stílur í. Løg sum t.d. Beauty hava so avgjørt møguleika á altjóða pallinum, so haldið fram og royn ? eg mundi sagt fyri Guðs skyld ? at fáa útgávuna fram á altjóða tónleikapallin. Hetta er í hvussu er ein útgáva, sum hevur møguleikan.
Góðskan er har. Bæði í sangi og tónleika- og framleiðsludygd.
Óivað eitt gott kvøld á REX fríggjakvøldið. Fløgan Salt boðar í hvussu er frá góðum og vónandi sleppa vit at hoyra meira.