Bólkur: Hjalti Joensen & Øssur Johannesen
Heiti: Live 3 – 2 vetrarkvøld í Runavík og Klaksvík
Plátufelag: Útgivin av Tutl
23. juni kom sjeynda fløguútgávan hjá Øssuri Johannesen. Hendan er tann triðja, hann hevur gjørt saman við Hjalta Joensen; hesaferð við live upptøkum og ikki studio innspælingum, sum tað hevur verið hjá teimum báðum frammanundan.
Øssur og Hjalti hava spælt tónleik saman í yvir 20 ár, og hetta hoyrist eisini væl samanspæli teirra. Kemiin millum bassin og gittaran er ógvuliga góð og tað er samanhangur í, sjálvt um alt er rein improvisatión. Mær dámar væl tað ráða í tí; at tónleikurin er framførdur har púra erligt og spontant; at tað er so melodiøst og so skitið samstundis.
Hetta er faktiskt tónleikur, sum tú blívur svakur av. Tað er skitsofrent og óruddiligt, men tað gevur meining alíkavæl. Tí hetta eru kenslur og tankar, sum ógvusliga blívur úttrykkt via tvey ljóðføri, ið meistra eitt heilt univers av ljóði, skróvi, rútmum og melodium. Tað ber illa til at lurta eftir hesari fløguni, uttan at fáa onkrar ítøkiligar tankar ella kenslur um eitthvør, ið antin órógvar, undrar ella gleðir teg.
Tað stuttliga í tí er, at eg trúgvi, at eitt smábarn hevði undrast líka nógv um hetta sum t.d Faroe5 ella Lort í Býin. Eitt barn um 7-8 ára aldur hevði hildið, at tað stinkaði, tí tað brýtur so nógv frá tí vanliga, sum tað hevur vant seg við ígjøgnum barnaárini. Men hvar standa vit sum vaksin? Loyva vit okkum at undrast og vera opin, ella lata vit aftur fyri øllum, ið brýtur frá tí, sum vit eru vorðin von við ígjøgnum lívið? Hvør kann egentliga loyva sær at siga, hvat er vanligt og hvat ikki er? Hetta er í hvussu er nógv meira erligt enn nógv annað. Tað fer undir húðina, er ikki pregað av útsjónd, perfektheit, kulheit, orðum ella litum. Hetta er húðleyst erligt og gevur møguleika at assosiera til alt tað, ið ein vil.
Tað er ikki radio poppur, men tað er heldur ikki negativt.
Eg vil mæla fólki til at geva tí ein møguleika og lurta eina løtu eftir »Live 3 – 2 vetrarkvøld í Runavík og Klaksvík«. Vita, um tað ikki er okkurt, sum eisini tú kennir aftur í tónleikinum, og um ikki tú fært upplivað nakað ígjøgnum hann.
Fløgan fær í øllum førum fýra av seks stjørnum frá mær.
Í næstu viku kanst tú lesa ummæli av Land hjá maður:glotti, Poems in Sound hjá Rasmus Rasmussen og Black Diamond Train hjá Boys in a Band










