Monsunregnið er av álvara ferið at gera um seg í fleiri londum í Vesturafrika, og tað nógva vatnið hevur koyrt fólk í tíggjutúsundatali frá húsi og heimi. Ringast stendur til í Niger. Har eru 31 fólk druknað, og næstan 100.000 fólk eru flýdd undan vatninum.
Eisini í Nigeria og Senegal hevur monsunregnið elvt til vatnflóð og stórar oyðileggingar. Brýr eru dotnar niður í áirnar, vegir eru skolaðir burtur, og skriðulop hava oyðilagt fleiri bygningar. Sjónvarpið al-Jazeera sigur, at 13 fólk eru deyð í Senegal.
Monsunregnið byrjar í juli og fjarar burtur í oktober. Londini í økinum eru frammanundan rakt av turki, og nógvastaðni er tað mesta av grøðini farið fyri skeyti, skrivar Reuters.










