? Ein dagin komu teir arabisku álopsmenninir til bygdina. Teir vóru vápnaðir. Teir leitaðu eftir øllum kvinnunum og valdu síðani tær vakrastu burturúr. Eg var ein teirra. Fýra av álopsmonnunum tóku meg við sær, og teir næstu tíggju dagarnar neyðtóku teir meg. Hvønn dag verða kvinnur rændar og fluttar út í skógin, har tær verða neyðtiknar. Soleiðis er tað hvønn dag.
Søgan hjá hesari 35 ára gomlu kvinnuni er bara ein av teimum óhugnaligu frásagnunum frá teimum túsundtals flóttafólkunum, sum eru flýdd úr sudanska landspartinum Darfur til grannalandið Tjad. Amnesty International, Human Rights Watch og aðrir mannarættindafelagsskapir hava váttað, at frásagnirnar eru sannar. Sambært Amnesty International hava teir vápnaðu álopsmenninir burturflutt nógvar kvinnur og gentur, sum verða nýttar sum sextrælir.
Stríð um olju
Altjóða hjálparfelagsskapir royna sum frægast at hjálpa teimum nógvu flóttafólkunum, men hetta er ein vónleys uppgáva. Umleið 93.000 fólk eru í legunum, men roknað verður við, at talið fer upp um 200.000 seinni í ár.
Sudanska stjórnin verður løgd undir at forða hjálparfelagsskapunum, og ST vil eisini vera við, at sudanskir stjórnarhermenn hjálpa teimum vápnaðu arabisku álopsbólkunum. ST og fleiri felagsskapir siga, at stjórnin roynir at reka fólkið í Darfur burtur haðani, tí hon vil hava fatur á oljuni har. Sambært blaðnum Neue Zúrcher Zeitung ætlar sudanska stjórnin at økja landsins oljuframleiðslu 200.000 tunnur um dagin, og blaðið vil eisini vera við, at fleiri útlendsk oljufeløg hava sagt seg vera til reiðar at leita eftir olju í Darfur.
Tí roynir stjórnin við hjálp frá teimum vápnaðu álopsbólkunum at ræða tað svarta fólkið burtur haðani við drápi og neyðtøkum. Enn hevur altjóða samfelagið ikki lagt uppí, men kanadiska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon fer at leggja málið fyri trygdar-ráðið hjá ST mánadagin. Leiðararnir í ES-londunum skulu eisini umrøða støðuna í Darfur um vikuskiftið.










