Flýggja úr Aleppo

Álopini hjá sýriska stjórnarherinum á mál í Aleppo hava fingið fólk í túsundatali at flýggja úr býnum, men uppaftur fleiri eru avbyrgd inni í býnum og sleppa ongan veg, sigur ST.

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at umleið 200.000 fólk eru flýdd úr Aleppo teir báðar seinastu dagarnar, eftir at stjórnarherurin hevur hert álopini á uppreistrarmenninar í býnum.

ST-talskvinnan Valerie Amos sigur við tíðindastovurnar, at ST hevur heitt á teir stríðandi partarnar um at tryggja, at neyðhjálparfelagsskapir fáa møguleika at hjálpa neyðstøddum í býnum.

Aleppo er næststørsti býur í Sýrialandi og landsins týdningarmesti handilsbýur, og har búgva umleið 2,5 milliónir fólk.