Tað eru trý ár síðani, at fyrsta solofløgan hjá Teiti, Poetry & Aeroplanes, kom út, og tá var tað heimskenda útgávufelagið Universal Records í USA, sum stóð fyri útgávuni. Hesaferð hevur Teitur saman við umboðsmannni sínum sett á stovn sítt egna felag, ið hann rópar Arlo and Betty Recordings, sum hevur til endamáls at selja fløgurnar hjá Teiti til útgávufeløg kring allan heim. Felagið hjá Teiti hevur fingið sítt navn eftir teimum báðum sjáldsomu og høgt elskaðu Gibson-gittarunum, sum Teitur altíð hevur við sær kring heimin.
Nógvar konsertir á skránni
Nýggja fløgan, Stay Under the Stars, er tikin upp í Kensaltown upptøkuhølunum í London, og tað er sviin Martin Terefe, ið hevur ljóðblandað. Martin Terefe hevur áður ljóðblandað fløgur hjá til dømis heimskenda norska bólkinum A-Ha.
Hóast fløgan ikki kemur á marknaðin fyrr enn um eina góða viku, so leggur Teitur longu til brots við konsertferðini hjá sær hetta vikuskiftið.
Leygarkvøldið verður hann at hoyra í Fredericia, og sunnudagin og mánadagin skal Teitur spæla í Týsklandi, í ávíkavíst Berlin og München. Seinni í summar fer Teitur eisini at spæla í eitt nú Fraklandi, Svøríki, Spania og Føroyum. Higartil einasta konsertin hjá Teiti í Føroyum í summar er tann, sum hann skal hava á G! Festivalinum tann 22. juli.









