Fløgan hjá Swangah Dangah á marknaðin í dag

Fangandi navnið Swangah Dangah, ið hevur verið nógv frammi seinasta hálva árið saman við vælfallandi rappsangunum: Gentan hon er farlig og Almenn hyponosa, er nú prentað á fløgu og húsa, sum kemur út í dag.

 

Navnið hava helst øll hoyrt, men fáa vita hvat navnið kemur frá.

 

Søgan byrjar mitt í 80'inum, tá tríggir garpar: Sten, Ragnar og Cren, vaksa upp í Grannalagnum Í Svanga.

 

Garpanir vaksa til, og halda saman um tónleikin, ið nú er blivin til rapptónleikur.

 

Navnið Swangah sipar sjálvandi til grannalagið, meðan Dangah kemur frá sagnorðinum at danga, ið merkir at ganga seint.

 

Móðir og troyttir av andaligari propaganda, útvatnaðum poppi, og irriterandi elektrotónum, ynskja rappararnir, at fáa lív íaftur larmandi rytmurnar og spruttandi rópini. Teir vilja pumpa okkara heilar við teirra svíðandi og sorlandi orðum.

 

- Framtíðin er neyvan bjørt, um tú spyrst son Belial, siga teir.

 

Íroknað áður nevndu hittini, ið hava ligið á Youtube og er sædd heili 30.000 ferðir, eru 13 sangir á fløguni, ið hevur fingið heitið Belials synir.

 

Hesum boðar Tutl frá í dag.