Fløgan hjá Eyðun Nolsøe kemur í heyst

-Eg vóni, at fløgan kemur til heystar. Slíkt arbeiði er ikki sum at asfaltera eitt vegastrekki. Heilt vísur kann ein ongantíð verða, men eg arbeiði við málinum, sigur Eyðun Nolsøe Fyri stuttum varð kunngjørt, at Eyðun Nolsøe arbeiðir við eini nýggjari fløgu, og nú sigur sangarin, at fløgan helst kemur á gøtuna í heyst. Hetta er ein fløga, sum Eyðun Nolsøe hevur arbeitt leingið við.

Hann sigur soleiðis um íblásturin til nýggju løgini.

 

-Tað er torført at svara, hvar íblástur stavar frá. Nógvir tankar kunnu liggja aftanfyri nøkur fá orð á pappírinum. Kenslur hava tað við at troka seg frammat sangunum eisini, kanska tí at kenslur eru universellar - nakað øll menniskju kenna aftur. Tað ber eisini saktans til at gera ein sang uttan inspiratión, meir sum av gomlum vana. Tá gerst úrslitið sjáldan serliga áhugavert. Annars eru spennandi relatiónir við onnur menniskju helst tað, sum gevur mest inspiratión, sigur Eyðun Nolsøe

 

Eyðun Nolsøe er faðir at fleiri av størstu sangperlunum í Føroyum, og helst man nakað av trýsti liggja á sangaranum, tá ið hann skal gera nýtt tilfar, sum helst mong í Føroyum fara at lurta eftir. Men trýst frá øðrum, er sambært Eyðun Nolsøe, ein farin tíð.

 

- Eg leggi trýst á meg sjálvan og tað er tað einasta trýstið eg merki. Eg eri givin við at liva mítt lív eftir høvdinum hjá nøkrum øðrum enn mær sjálvum. Hinvegin hungri eg sjálvsagt eftir viðurkenning fyri mínum tónleiki og fegnist um hvørt jaligt respons, greiður Eyðun Nolsøe frá.

 

Tónleikurin skal koma frá hjartanum. Tað heldur Eyðun Nolsøe.

-Eg royni at leggja meg eftir, at sangurin er autentiskur. At hann kemur frá hjartanum. At lurtarin merkir at eg meini tað, sum eg geri. Tað er ikki altíð líka lætt og eydnast neyvan hvørja ferð. Men eg meini tað er týdningarmikið at vera erligur og upprunaligur, greiður Eyðun Nolsøe frá.