Frá 3?arinum í Havn frætta vit, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir fløguni hjá Brandi, og longu nú hava teir selt yvir 1.000 eintøk av "Waiting in the Moonligt".
Hóast hetta er væl megnað, so er hetta er ikki eindømi í føroyskari tónleikasøgu. Aðrar føroyskar tónleikaútgávur hava fyrr selt eins nógv, men tó er tað ikki ofta, at slíkur eftirspurningur er eftir eini ávísari fløgu í so langa tíð.
Tó er 3?arin ikki tann einasti, ið kann bjóða kundum sínum eitt eintak av "Waiting in the Moonligt".
Fløgan verður eisini seld aðrastaðni, og sum vit skilja, eru longu nú tilsamans seld eini 1.800 eintøk av fløguni ymsastaðni í landinum.
Fløgan inniheldur 14 sangir, harav 6 eru skrivaðir á føroyskum, og hinir 8 á enskum máli.