Fløguútgáva
Danska og føroyska Brúðarvísan eru nú at fáa á fløgu saman við øðrum vísum, sum brúktar verða - ella hava verið - í brúðardansi.
Tað eru upptøkur við Dansifelgnum í Havn, sum gjørdar vórðu í 1993, sum nú eru givnar út á fløgu. Upptøkurnar eru gjørdar í Hornahúsinum, har Dansifelagið heldur til í dag.
Talan er um tvífløgu, har báðar Brúðarvísurnar eru á saman við Kong Hans og Fisken tager sin føde i vand, sum vanligar hava verið í brúðardansi í Føroyum.
Tað er Jónheðin Tróndheim, sum hevur digitaliserað upptøkurnar og gjørt tær klárar til fløgubrenning.
Við fløgunum fylgja eisini tekstirnir til Brúðarvísurnar, so nú skuldi ligið væl fyri hjá fólki at lært seg Brúðarvísurnar bæði á føroyskum og donskum, sigur plátuhandilin hjá Hansemann í tíðindaskrivi.
Á fløguhúsanum er eisini mynd av skiparunum, eins og teir greiða frá um teirra viðurskifti í samband við dans og kvøðing.