Leygardagin 30. september skal verkætlanin hjá áhugabólkinum »Vælskapt brek« standa sína endaligu roynd, og verður tað í Norðurlandahúsinum í Havn.
Tá kemur leingi væntaða og fjølbroytta fløgan út, eins og konsert við øllum sangunum og flestu av luttakarunum á fløguni verður um kvøldið. Um dagin verður so skipað fyri pallborðsfundi.
Við á konsertini verða tey, ið eiga sangirnar á fløguni, og aftrat sær hava tey góðar og royndar tónleikarar, so framførslan skal vera so góð sum gjørligt.
Tey í áhugabólkinum siga fløguna hava breitt og gott innihald, og ikki færri enn 19 sangir eru við. Alt eru hetta sangir, ið vóru við í sangkappingini, bólkurin skipaði fyri í vár.
Sangkappingin eydnaðist avbera væl, og nærum 80 sangir og løg komu inn, so her hevur verið ríkiliga nógv tilfar at velja burturúr.
Allur ágóðin frá fløguni verður latin Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, og Ítróttarsambandinum fyri brekað, ÍSB.
Skráin fyri leygardagin er tann, at pallborðsfundurin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum seinnapartin kl. 15. Við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø, Torbjørn Jacobsen, Doris Hansen, Petra Joensen, Rúna Sivertsen og Thurid Askham.
Um kvøldið, kl. 19.30, verður so stóra konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum, ið telur mong av kendastu føroysku tónleikanøvnunum, so sum M.C. Restorff, Eivør Pállsdóttir, Martin Joensen, Dupultkvartettina og mong onnur.
Atgongumerki til konsertina eru at fáa í forsølu í Norðurlandahúsinum.