Flýddur fangi úr Danmark handtikin í Spania

Ein leiðandi limur í einum brosmannaharkaliði í úr Keypmannahavn er handtikin í Barcelona í Spania, upplýsir Københavns Politi.

Talan er um tann 24 ára gamla Hemin Dilshad Saleh, sum 19. november í fjør flýddi úr eina psykiatriskari deild í Slagels, tá nakrar vápnaðir menn fríau hann.

Fleiri persónar hava hjálpt honum í villu fangaflýggjanini.

Undir eini vitjan í Slagelse smuglaðu teir tvær skambyrsur inn á deildina goymdar í eini kakueskju.

Undir fangaflýggjanini lat fangin og medgerningsmennini skot av og tvungur starvsfólkini at lata teir sleppa út av deildini.

Dilshad Saleh var innlagdur á psykiatrisku deildini, meðan hann varð varðhaldsfongslaður fyri eitt ógvusligt álop á eini hárfríðkanarstovu á Nørrebrúgv undir bandastríðnum í 2018.

/ritzau/