Flýddu til Spania

148 flóttafólk úr Afrika komu í gjár til Kanarisku Oyggjarnar í einum lítlum báti. Sponsku myndugleikarnir siga, at báturin, sum er úr glastrevjum, kom at landi á La Tejite-strondini á Tenerife gjáramorgunin. Flóttamenninir ætlaðu ivaleyst at sleppa upp á land í loyndum, men fremmand ferðafólk boðaðu myndugleikunum frá, skrivar Reuters. Tá løgreglan kom á staðið, royndu flóttafólkini at sleppa til rýmingar, men tað eydnaðist løgregluni at taka øll, og tey vórðu seinni latin umboðum fyri Reyða Kross. Eingi verður sagt um, hvørjum afrikonskum landi ella londum flóttafólkini eru úr.