Stovnurin, sum umsitur flóðalduávaringarskipanina í Kyrrahavinum, hevur nú boðað frá, at vandin fyri flóðaldu í Indiska Havinum er av. Ávaringin bleiv kunngjørd fyrrapartin eftir ein harðan jaskjálvta undir havbotninum einar 250 fjórðingar úr Aceh á indonesisku oynni Sumatra.
Skjálvtin var 8,8 á Richterstiganum, og myndugleikarnir í londum sum Teilandi, Indonesia, Kenya og Tanzania ávaraðu fólk fram við strondini um vanda fyri flóðaldu. Sambært tíðindastovunum flýddu fólk í túsundatali burtur frá strondini, men fleiri eru nú vend heimaftur.
Jarðskjálvtin var so harður, at ristingarnar merktust væl í Singapore og nógvastaðni í India. Kortini er bara frætt um smávegis skaða í Indonesia.










