Flóðalduávaringin avblást

Fyrr í kvøld sendi amerikanski jarðfrøðistovnurin, USGS, út ávaring um møguliga flóðaldu í syðra parti av Kyrrahavinum orsakað av einum hørðum jarðskjálvta nærhendis Kermadec-oyggjunum. Men nú hevur stovnurin tikið ávaringina aftur.

Jarðskjálvtin, sum var 7,9 á Richterstiganum, hevði miðdepil 48 kilometrar undir havbotninum einar 120 fjórðingar eystan fyri Kermadec-oyggjarnar, sum eru í landnyrðing úr Ný Sælandi.

Amerikanska flóðalduávaringin umfataði Kermadec-oyggjarnar, Ný Sæland og Tonga.