Í Indonesia leita bjargingarlið framvegis eftir fólki, sum ikki eru komin afturíaftur eftir flóðalduna, sum skolaði fleiri bygdir á Mentawai-oyggjunum burtur mánakvøldið. Myndugleikarnir siga, at 311 fólk eru funnin deyð, og at bjargingarliðini leita eftir 379 øðrum, sum ikki eru sædd síðani flóðalduna.
Í gjárkvøldið sendu myndugleikarnir eina tyrlu at kanna, hvussu stóran skaða flóðaldan hevði gjørt. Sambært BBC staðfesti manningin á tyrluni, at mionst 13 bygdir eru skolaðar burtur.
Flóðaldan mánakvøldið stóðst av einum hørðum jarðskjálvta undir havbotninum. Hann var 7,7 á Richter-stiganum.