Ógvusliga flóðaldan annan jóladag fer ikki at fáa stórvegis ávirkan á búskapin í Suðurasia, tí aldan rakti ikki nakran av teimum stóru býunum og heldur ikki nakað ídnaðarøki. Harafturímóti er vandi fyri, at tey lágløntu í teimum raktu økjunum verða uppaftur verri fyri, enn tey vóru frammanundan.
Tað sigur asiatiski menningarbankin í einari frágreiðing. Bankin vísir á, at 1,9 milliard fólk í Asia hava minni enn 12 krónur at liva fyri um dagin, og at hetta talið verður uppaftur størri nú. Bankin væntar, at meini enn ein millión indonesar, 600.000 indarar og 250.000 srilankar koma afturat orsakað av flóðalduni.
Londini, sum eiga pengar til góðar hjá teimum flóðalduraktu londunum, hava boðið sær til at frysta skuldina, men higartil hava bara Indonesia, Sri Lanka og Seychellurnar tikið av tilboðnum. Í Sri Lanka verður roknað við, at tað fer at kosta einar 20 milliardir krónur at bøta um skaðan av flóðalduni.










