Flóðalda rakt ein bý og fleiri oyggjar

Ein næstan hálva triðja metur høg flóðalda rakti seinnapartin býin Telcahuano í Kili og fleiri oyggjar úti fyri kilsku strondini. Myndugleikarnir siga, at ein flóðalda hevur rakt 12 býir fram við strondini, men einki er frætt um, at flóðaldan hevur kravt mannalív har.

Flóðaldan frá tí harða jarðskjálvtanum í nátt hevur rakt fleiri oyggjar í Kyrrahavinum, eitt nú Robinson Crusoe-oynna, sum er einar 400 fjórðingar úr landi, og Juan Fernandez-oyggjarnar.

Amerikonsku myndugleikanrir hava sent út flóðalduávaring fyri alt Kyrrahavið.