Ein flóðalda skolaði í nátt inn yvir Salomon-oyggjarnar. Tað ljóðar, at minst átta fólk hava latið lív. -Tvær bygdir liggja undir í sjógvi, og vit hava frætt, at minst átta fólk eru deyð, sigur ein talsmaður hjá løgregluni á Salomon-oyggjunum við tíðindastovuna AP.
Flóðaldan stóðst av einum sera høðrum jarðskálvta í Kyrrahavinum. Hann var 8,1 á Richter-stiganum, og miðdepilin var einar 10 kilometrar undir havbotninum einar 190 fjórðingar í útnyrðing úr Salomon-oyggjunum.
Salomon-oyggjarnar eru norðan fyri Avatralia.










