FK fimti ár
Í dag, 8. oktober, eru 50 ár liðin, síðan fyrsti handilin hjá Havnar Keypssamtøku læt upp. Fyrsta krambúðin var í húsunum hjá Niclasi Ludvig í Bringsnagøtu 10 í Havn.
Í Sosialinum leygardagin hevði Jóannes Dalsgaard eina gjølliga frágreiðing um fyrireikingarnar, søguna aftanfyri og sjálva stovnanina av Havnar Keypssamtøku, sum fór fram í Losjuni í Havn, 3. apríl 1952. Jóannes greiðir eisini frá gondini upp ígjøgnum árini og fram til dagin í dag.
Í tíðini, tá ið keypssamtøkan varð stovnað, var keypiorkan í Føroyum lítil, og prísirnir á neyðsynjarvørum høvdu verið javnt hækkandi síðan 1945.
Havnar Keypssamtøka fekk stóran týdning fyri prísirnar á matvørum. Ein kanning, sum varð gjørd eftir, at handilin í Bringsnagøtu, læt upp, vísti, at prísirnir í keypsamtøkuni vóru í miðal 20-22% lægri enn prísirnir hjá privatu handlunum í Havn um hetta mundið.
Nú merkisdagurin er í dag, hevur Sosialurin skift orð við Finn Nielsen, sum er leiðari í Føroya Keypssamtøku.
Sjey handlar
og 100 fólk
Áðrenn vit venda okkum til Finn, kunnu vit upplýsa, at tað var 1. apríl í 1965, at handlarnir í Havn, Klaksvík og í Fuglafirði gingu saman og stovnaðu Føroya Keypssamtøku.
Finn Nielsen sigur, at FK í dag hevur sjey handlar. Hesir eru í Klaksvík, Fuglafirði, Saltangará, Hoyvík, Tórshavn, Miðvági og í Trongisvági.
- Av hesum er handilin í Hoyvík nógv størstur; síðan kemur handilin í Havn, Miðvági og í Trongisvági. Hinir tríggir, ið eftir eru, eru nøkulunda líka stórir.
Hann vísir á, at útboðið er nøkulunda tað sama í øllum handlunum, og tilboðini eru tey somu.
- Men sjálvsagt eru fleiri vørur í teimum stóru handlunum.
Finn sigur, at Føroya Keypssamtøka hevur stívliga 100 fólk í starvi, men hetta eru ikki øll fulltíðarstørv. Umroknað til fulltíðarstørv, liggur talið um sjeyti.
- Hetta tal hevur verið støðugt í fleiri ár, men í kreppuárunum fyri 10 árum síðan, arbeiddu nógv við niðursettari tíð. Alternativið var arbeiðsloysi, sigur hann.
Leiðarin sigur, at hann er væl nøgdur við tey fólk, sum starvast hjá fyritøkuni. ? Hesi gera eitt gott og ábyrgdarfult arbeiði, og fleiri hava verið drúgv í
tænastu hjá keypssamtøkuni.
Gongdin nøktandi
Nú kappingin um at selja matvørurnar er so stór og vøruúrvalið er hareftir, spurdu vit Finn, um føroyingar eisini kunnu rokna við at eiga eina keypssamtøku í framtíðini.
- Vit eru nøgdir við gongdina, og sum út sær, bendir einki á, at vit ikki eisini verða til fyri okkara viðskiftafólk í framtíðini.
Hann vísir á, at síðan kreppuna hevur sølan verið javnt veksandi, og FK hevur fleiri viðskiftafólk í dag enn nakrantíð áður.
- Vit síggja javnan nýggj fólk inni á gólvinum, og vit hava fleiri avgreiðslur í dag enn fyri kreppuna, sigur Finn.
Hann heldur ikki, at FK missir í hørðu kappingini sum er um viðskiftafólkini.
Coop Norden
Finn sigur, at stórur partur av vørunum, sum FK selir, kemur frá FDB ella núverandi Coop Danmark.
- Coop Danmark gjørdi fyrst í hesum árinum avtalu við keypssamtøkur í
Noregi og Svøríki um felagsinnkeyp og samstarva londini nú um Coop Norden.
Hann sigur, at Coop Norden er eitt stórt samtak við felagsinnkeypi, og hann ivast ikki í, at eitt slíkt samstarv í longdini eisini fer at tæna viðskiftafólkunum hjá FK í Føroyum við bíligari vørum.
- Eisini í hinum norðanlondunum er kappingin um viðskiftafólkini vorðin
alsamt størri, og tí sóu danir, norðmenn og sviar seg noyddar at ganga nýggjar leiðir og samstarva um innkeyp.
Finn sigur, at hetta samstarv longu nú er farið at vísa seg á innkeypinum.
- Alt nýtt skal innarbeiðast, men vit hava góðar vónur um, at Coop Norden fer at viðvirka til, at vørurnar, vit keypa haðani, verða bíligari, sigur hann.
Nógv aðrastaðni
Føroya Keypssamtøka keypir eisini nógvar vørur aðrastaðni enn úr Danmark.
Finn sigur, at lambskjøtið verður keypt frá framleiðarum í Íslandi, meðan ein stórur partur av oksa-og svínakjøtinum kemur úr eitt nú Danmark og Týsklandi.
- Vit keypa eisini nógvar vørur, sum føroysku heilsølurnar keypa úr Onglandi, og her er serliga talan um keks og søtmetisvørur.
Spurdur, um keypssamtøkan keypir føroyskar kjøtvørur, eitt nú frá MBM-Kjøti í Hósvík, heldur Finn, at FK man teljast millum størstu keyparar av føroyskum kjøtvørum.
- Tað, sum slaktarin ger burtur úr føroyskum kjøti, keypa vit beinleiðis frá MBM-Kjøti. Samstundis keypa vit detailpakkaðar kjøtvørur úr Hósvík um heilsøluna hjá Poul Michelsen.
Finn sigur, at føroysku kjøtvørurnar liggja væl merktar fyri seg í diskunum, og viðskiftafólkini vita, hvar tær eru.
- Føroyar eru als ikki sjálvforsýnandi við kjøti, og tí keypa vit ein hóp av kjøtvørum uttanlands, leggur hann aftrat.
Ballónir og sodavatn
Nú merkisdagurin hjá FK er í dag, hava teir sjey handlarnir kring landið nógv góð tilboð, sum lýst verður við hesa vikuna.
- Nú vit fylla fimti, kunnu vit sjálvsagt ikki bjóða okkara viðskiftafólkum 50% avsláttur, sigur Finn læandi, men hann leggur dent á, at tað loysir altíð at vitja FK-handlarnar ? og ikki minst hesa vikuna.
Í samband við føðingardagin, fáa øll børn, sum støkka inn á gólvið eftir kl. 15 í dag, ballónir og sodavatn í øllum FK-handlum kring landið.
Fríggjadagin kemur so dagurin til tey vaksnu, sum frá kl. 15 fáa lagkøku og kaffi.
Veitsla verður eingin í kvøld, men FK plagar at skipað fyri veitslu fyri starvsfólk annaðhvørt ár.
- Henda veitslan verður í apríl komandi ár, og tað er einki at ivast í, at hon verður merkt av, at tað nú eru fimti ár, síðan fyrsti handilin læt upp í Brigsnagøtu í Havn, sigur Finn Nielsen, leiðari, at enda.
Framtíðin
Um framtíðina hjá Føroya Keypssamtøku, sigur Jóannes Dalsgaard í sínari frásøgn leygardagin:
?Samanumtikið ber til at staðfesta, at keypsamtøkurørslan í Føroyum hevur nátt teimum málum, sum stovnararnir settu sær í 1952. Sølan hevur verið javnt vaksandi, soleiðis at Føroya Keypssamtøka nú er millum størstu handilsfyritøkur í landinum?.
Í greinini ásannar Jóannes eisini, at keypssamtøkan hevur havt stóran týdning fyri prísleguna í landinum.
?Eingin í dag man ivast í, at prísirnir á brúkaravørum høvdu verið hægri, um keypssamtøkur ikki vóru kring landið?.
Og Jóannes Dalsgaard endar sína frásøgn við hesum føgru orðum:
?Spurningurin, hvussu framtíðin kemur at laga seg, er ongantíð lættur at svara. Tó er einki at ivast í, at keypssamtøkan kemur at liva og blóma til gagns fyri limir og samfelag?.