FK reisigildi í Klaksvík

Nú kann Keypsamtøkan í Klaksvík halda reisigildi fyri byggingum, sum liggur við Nólsoyar Pálsgøtu niðan fyri býráðshúsini.

Sjálvt reisigildið verður tó í komandi viku. Byggingin hevur gingið væl, og hava teir frá Norðhús verið framman fyri tíðarætlanina.

Keypssamtøkan skal byggja ein handilsbygning her, sum er góðar 1000 fermetrar.

Sjálvt um at tað hevur verið drúgv tilgongd at fáa sett skjøtul á hesa bygging, so hevur byggingin nú gingið væl.

Eftir tíðarætlanini skal bygningurin verða klárur at taka í nýtslu um árskiftið. Tó royna teir at seta nøsina eftir, at Keypsamtøkan møguliga kann lata upp í desember mánaði 2010, siga teir frá Norðhús, sum standa fyri byggingini.