Limirnir í Føroya Keypssamtøku kundu á aðalfundi í dag fegnast um, at FK í 2016 hevði sítt besta fíggjarliga ár nakrantíð.
Nettosølan í fjør var 9 prosent størri enn árið fyri, og tað var viðvirkandi orsøk til, at avlopið gjørdist 7,3 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er besta úrslit hjá FK nakrantíð.
Eginpeningurin vaks við við næstan 20 prosentum og er nú 44,5 milliónir krónur.
Føroya Keypssamtøka er skipað sum limafelagsskapur og hevur meira enn 10.000 limir. Føroya Keypssamtøka hevur átta handlar kring landið, og umroknað til fulltíðarstørv starvaðust 124 starvsfólk hjá Føroya Keypssamtøku.
- Stjórn og leiðsla fegnast um ta góðu undirtøkuna, Keypssamtøkan hevur fingið frá limum og viðskiftafólki annars, og fara vit framhaldandi at arbeiða fyri at limir og viðskiftafólk fáa bestu vørurnar fyri so lágan prís sum gjørligt, samstundis sum vit vilja veita bestu tænastuna, sigur FK í einari fráboðan í dag.
Í stjórnini hjá FK eru:
Jákup Danielsen, formaður
Tummas Lauritsen, næstformaður
Guðrun Petersen
Karin Kastalag
Magnus Joensen
Jóannis D. Sivertsen
Erling Jørgensen
Johan Blábjørg, starvsfólkaumboð
Stjóri er Finn Nielsen










