FK-fundur í Eysturoy

-

Hetta er árstíðin, tá ið keypssamtøkurnar kring landið halda sínar ársfundir.

Og nú hóskvøldið verður fundurin í Eysturoy og hann verður í Muntra í Fuglafirði klokkan 20 hóskvøldið.

Tað er limafelagið í Eysturoynni, sum skipar fyri fundinum og tað eru sjálvsagt limirnir í FK, sum hava atgongd til fundin.

Limafelagið í Eysturoy umboðar teir báðar FK-handlarnar, tann í Fuglafirði og tann í Saltangará.

Hesi seinastu árini eru hesir limafundirnir bótaðir við áhugaverdum fyrilestrum, sum fakfólk á ymsum økjum hava hildið.

Og soleiðis verður aftur í ár.

Í fundinum í Eysturoynni fer sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, at halda fyrilestur um ?sorg og kreppu?

Í fyrilestrinum fer hon at greiða frá kreppugongdini og um, hvussu ein kann hjálpa fólki, sum eru í sálarligari kreppu.

Tað plagar at vera fitt av fólki á ársfundunum hjá Keypssamtøkunum kring landið, sum samstundis er ett hugnaligt kvøld við einum drekkamunni og einum kakubita afturvið.

Men á ársfundunum verður sjálvsagt greitt frá virkseminum hjá teimum ymsu FK-handlunum. Umframt felagið í Eysturoynni, eru fýra onnur limafeløg kring landið. Eitt er í Norðoyggjum, eitt í Vágum, eitt í Suðuroy, og so tað í Streymoynni, sum umboðar teir báðar handlarnar í Havn.