Sosialurin støkk inn á gólvið í Keypsamtøkuni í Klaksvík fríggjadagin, har tey eins og í hinum deildunum kring landið bjóðaðu kaffi og køkur í samband við, at 38 ár vóru liðin, síðani Føroya Keypsamtøka varð sett á stovn.
Fleiri viðskiftafólk nýttu høvi at steðga á til ein kaffimunn henda dagin.
Keypsamtøkan í Norðoyggjum hevði ársaðalfund tann 18. mars. 22 fólk møttu til fundin, og tað er nógv, sigur Astrid Svøðstein, formaður í nevndini.
- Tað vóru fleiri ung fólk møtt hesaferð, sigur hon.
Á ársaðalfundinum var nevndarval á skránni. Nývald í nevndina er, Jori
Poulsen, sjúkrasystir, ið kom fyri Otto Samuelsen, sum hevur sitið í nevndini í 25 ár.
Hini í nevndini eru, Astrid Poulsen, formaður, Magna Dania Joensen, næstformaður, Sørin Danielsen, stjørnarumboð, Hanna Isaksen og Bergfríð Danielsen.










