Norwich hevur koyrt venjaran Daniel Farke. Norwich vann annars fyri fyrstu ferð í kappingarárinum í dag, men tað var ikki nokk til at bjarga Daniel Farke starvið.
Daniel Farke er fjórði venjarin í Premier League í hesum kappingarárinum, sum er koyrdur. Undan honum eru Xisco Munoz (Watford), Steve Bruce (Newcastle) og Nuno Espirito Santo (Tottemham) koyrdir í hesum kappingarárinum.
Ítróttarstjórin í felagnum sigur, at hóast hann hvussu nógv Daniel Farke og hansara toymi hevur arbeitt, so kennir hann seg noyddan at skifta venjara, fyri at økja um møguleikan at yvirliva í Premier League.
Daniel Farke hevur verið við til at vunnið Norwich upp í Premier League tvær ferðir, men flutti eisini niður við teimum undan farna kappingarári.











