Fjórði dómari endaði á sjúkrahúsinum

Tað mundi enda heilt galið hjá Kevin Friend, tá hann í kvøld var fjórði dómari

 

Mynd: Dailymail

Tað mundi enda heilt galið hjá Kevin Friend, tá hann í kvøld var fjórði dómari í dystinum millum Bournemouth og Southampton.

 

Kevin Friend small beint áðrenn hálvleik um, og smekkaði høvdið niður á økið beint uttan fyri vøllin.

 

Av tí at so stutt tíð var til hálvleik, valdi dómarin, Mike Dean, at blása til hálvleik beint eftir hendingina. 

 

Kevin Friend fekk viðgerð beinavegin undir hendingini, men reisti seg ikki reiðiliga fyrrenn hann var komin í tunnellina á leikvøllinum. Tá var avgerðin longu tikin um, at hann skuldi á eitt sjúkrahús nærhendis, har hann nú verður kannaður. 

 

Ístaðin vóru boð send eftir einum øðrum fjórða dómara at taka sær av seinna hálvleiki, og var tað eisini orsøkin til at seinni hálvleikur var fimm minuttir seinkaður.

 

Mynd: Dailymail

Mynd: Dailymail

Mynd: Dailymail

Mynd: Dailymail