Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, heldur, at tónin í samgonguni er positivari mótvegis hansara uppskoti um at kompensera kringvarpið fyri mistar lýsingarinntøkur, um hesar vera tiknar frá teimum.
Hann vónar at kunna bera eitt lógaruppskot í løgtingið tíðliga í heyst, sum kemur í gildi um ársskiftið.
Sum nakað nýtt er Jenis av Rana meira positivur í sambandi við uppskotið hjá Bjørn Kalsø um at frítaka kringvarpið fyri mvg, og á tann hátt kompensera stovnin fyri mistar inntøkur, um lýsingarnar verða tiknar frá teimum.
Miðflokkurin er ikki fortalari fyri einum almennum kringvarpið og Jenis av Rana sigur, at hann heldur, at borgarar sjálvir eiga at sleppa at velja, hvørjar public service tænastur teir gjalda fyri.
Hann sigur tó nú, at hann kann taka undir við einum uppskoti um miðlarnar, sum Bjrøn Kalsø fyrr hevur lagt fyri landsstýrið uttan eydnu, tí tað hóast alt er neyðugt fyri at betra um støðuna hjá privatu miðlunum.
- Tað tykist sum, at samgongan hevur skilt, hvussu álvarsom støðan er við fjølmiðlunum í landinum sigur Bjørn Kalsø, sum er til reiðar at gera smáar broytingar í uppskotinum, sum hann fyrr hevur fingið avvíst av landstýrinum. Hann vil ikki siga, hvørjar broytingar talan er um.
Bjørn Kalsø hevur leingi arbeitt við einum uppskoti, sum skal frítaka kringvarpið fyri mvg og taka lýsingarnar frá almenna miðlinum, men hevur ikki havt samgonguna aftanfyri seg, og tí er uppskotið ongantíð komið niðan í løgtingið.
- Eg vil sera fegin hava ein breiða semju um fjølmiðlarnar. Tað er eyðsæð, at privatu miðlarnir ikki hava tað gott, men tað er eisini sera týdningarmikið at vit ikki máa støðið undan kringvarpinum, sigur mentamálaráharrin, sum ætlar at gera tað møguligt hjá øðrum miðlum at bjóða upp á public service uppgávur.
- Tað skal vera ein javnvágur í, og sjálvsagt ikki gerast soleiðis, at tað gongur útyvir kringvarpið, sigur Bjørn Kalsø.










