Røkja fjølmiðlarnir sínar samfelagsligu eftirlitsskyldur eftir talinum á politikarahøvdum, sum rulla?
Provokerandi spurningin eigur Óli Breckmann, kjakvertur á Rás2.
- Í okkara rættarskipan valdar rættartrygd, lógkønur ákæri og verji í hvørjum rættarmáli við púra óheftum dómara og trimum rættarstovnum, um partarnir eru ónøgdir við dómsúrskurð. Sum fast útgangsstøði í rættarskipanini eru øll ósek, til tað øvuðgta er prógvað, og dómur fallin í málinum.
- Tað sonevnda ‘fjórða statsvaldið’, fjølmiðlarnir hava tikið sær sjálvum serstøðu og hevjað seg upp um hini trý statsvaldini. Tíðindafólk tykjast at vera eitt slag av dømandi valdi, sum við negativari umtalu fella dóm yvir ‘rættvís og órættvís’
Soleiðis sigur Óli Breckmann, kjakvertur á Rás2, í sínum uppleggi til kjak um fjølmiðlar.
Hoyr sendingina við at trýsta á pílin undir myndini.