Fjølmentanarvikan verður sett fríggjadagin

Sum nakað nýtt, er Sunda kommuna í ár vertur fyri almennu setanini av fjølmentanarvikuni, ið verður hildin á Torginum í Skúlanum við Streymin 25. oktober kl. 17.30

Fjølmentanarvikan er eitt integratiónsátak, sum Tórshavnar kommuna hevur sett i verk.

 

Skráin hetta kvøldi er hendan:

 

Jógvan Kruse heldur bjóðar vælkomin og førir fram røðu

Siri Stenberg førir fram røðu og setir Fjølmentanarvikuna

Tema fyri 48-tímars stuttfilmskapping verður avdúkað. Les meira á heimasíðuni hjá Klippfisk

Suðuramerikanskir tónar við Sergio Martínez Muñoz og Cinthia González Parada

Yann Sadembou bjóðar øllum upp á gólv at dansa

Smakka mat úr ymiskum londum

Frítíðarfelagskapir í Sunda kommunu vísa, hvørji tilboð tey hava til borgararnar