Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Størri virðisøking av fiskatilfeinginum

- Endamálið má vera, at tilfeingið gevur arbeiði til fleiri hendur og fleiri inntøkur til partarnar - eisini til tað almenna til frama fyri vælferðina í Føroyum.

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

- Vit takka Føroya Sjómannadegi fyri møguleikan at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023.

 

Tað siga tey í Føroya Fiskimannafelag í dag. 

 

Heitt varð á felagið um at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023 í sambandi við sjómannadagarnar í Klaksvík.

 

Evnið á tinginum var ”Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?”

 

Í Føroya Fiskimannafelag ynskja tey eisini, at alt tilfeingið kemur til høldar og verður meirvirkað á skynsaman hátt - á sjógvi ella á landi.

 

- Endamálið má vera, at tilfeingið gevur arbeiði til fleiri hendur og fleiri inntøkur til partarnar - eisini til tað almenna til frama fyri vælferðina í Føroyum.

 

Felagið fegnast um, at nógv fólk møttu á Fiskivinnutinginum, sum var hildið í Skúlanum á Ziskatrøð.

 

Tríggir serfrøðingar løgdu fram, og umboð fyri politisku flokkarnar á tingi søgdu eisini sína hugsan um evnið.

 

- Fleiri spurningar vórðu settir, og fleiri sjónarmið komu fram í lívliga orðaskiftinum, sum var eftir framløgurnar.

 

Í Føroya Fiskimannafelag takka tey fyri møguleikan og álitið at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023.

 

- Samandráttur av Fiskivinnutinginum og ljóðfílur frá tinginum eru at finna á heimasíðuni www.fiskimannafelag.fo

 

##med2##

 

 

 

 

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Fleiri sjónarmið komu fram í lívliga orðaskiftinum eftir framløgurnar. Mynd: Birgir W. Høgnesen.