Fjølbroyttur floti fingið makrelloyvi

12 fiskifør afturat hava fingið loyvi at fiska makrel í ár.

Hesa vikuna hevur Vørn skrivað út umleið 60 loyvi til skip at fiska makrel í føroyskum, norskum og ES-sjógvi í ár.

 

Tey seinastu 12 komu í gjár, og hesaferð er talan um ein sera fjølbroyttan flota. Loyvini eru til ídnaðarskipini Atlantsfarið, Slættaberg og Næraberg, trolaran Vesturtúgvu, trolbátin Skálafoss, garnaskipini Thor, Vesturland og Nim og útróðrarbátarnar Báruna, Bragd, Tind og Brand.

 

Ídnaðartrolararnir fiska av felagskvotu, sum er 17.500 tons, útróðrarbátar, garnaskip og skeljaskip hava felagskvotu, sum er 1.400 tons, og felagskvotan hjá trolarum í bólki II er 22.500 tons. 

 

Skipini kunnu fara til fiskiskap tann 21. juli.