FJØLBROYTTARI VINNULÍV

Javnaðarflokkurin heldur, at tað almenna skal vera ein viðspælari hjá vinnuni. Seinastu árini hava fleiri dugnalig og framsíggin fólk stovnað nýmennandi fyritøkur. Sum dømi kunnu nevnast:

 

– Kreativar vinnur, eitt nú filmur, sniðgeving o.l., ið gera vart við seg uttanlands 

 

– KT-fyritøkur, ið menna teldutøkar loysnir innan ymisk økir

 

Eg haldi, at tað er sera umráðandi við einum fjølbroyttum vinnulívi. Tí eiga nýggjar, og ikki minst nýskapandi vinnur, at hava góðar møguleikar at virka undir.

 

Hetta vil Javnaðarflokkurin bøta um, so fleiri fáa mót uppá at stovna fyritøkur, sum hava møguleika at bera seg. 

 

Tí eigur partafelagsskatturin hjá smærri fyritøkum at vera lægri enn hjá størru fyritøkunum. Tað gevur smáum og nýggjum fyritøkum møguleikar at festa røtur.

 

Allar tær nevndu vinnurnar venda sær til útlendskar kundar. Tí fari eg at arbeiða fyri, at tað verður lættari at at fáa samband við marknaðirnar uttanlands. Eg hugsi serliga um hetta:

 

- at gera nýtslu av donska útflutningskipanini, og

 

- at gera nýtslu av altjóða netverkinum hjá Danmark. 

 

Umframt tær føroysku sendistovurnar, so hevur Danmark eitt væl útbygt sendistovunet kring allan heim, sum m.a. hevur til endamál at hjálpa fyritøkum í danska ríkinum við útflutningi. Í mínum dagliga starvi havi eg persónligar góðar royndir við danska sendistovurnetinum.

 

Vit eiga eisini allatíðina at eftirmeta okkara útbúgvingarskipan og okkara vinnuframaskipan, so tær í best møguligan mun kunnu stuðla uppundir serliga nýggjar fyritøkur.

 

 

 

Kim Durhuus – valevni Javnaðflokksins