Maskinverkstaðurin, FJM við Fjørðuvegin í Runavík, hevur keypt nýggja bygningin, sum Símun Mittún hevur latið byggja á ídnaðarøkinum í Rytuvík. Yvirtøkudagurin er avtalaður at vera, 1. mars, og tá fer FJM í smáum at flyta sítt virksemi yvir í bygningin, sum er nógv størri enn tann verandi.Gamli bygningurin í Runavík er 510 fermetrar, meðan tann nýggi er 900 fermetrar og hevur møguleikar til skrivstovur í ovari hæddini, tí bygningurin er hægri enn tann gamli. Nakað av lofti er gjørt í nýgga bygninginum, men hann verður ikki yvirtikin við skrivstovum í loftinum. Tó kann hann takast í nýtslu beinanvegin, tí skrivstovur eru eisini í niðaru hæddini.
- Vit keypa bygningin lidnan, tó uttan skrivstovur í ovaru hæddini, sigur Frithleif Olsen, sum eigur og rekur FJM.
Hann vísir á, at ivasamt er, nær alt virksemið, sum nú er í Runavík, verður flutt í nýggju hølini, tí fyritøkan hevur so ómetaliga nógv at gera í løtuni. Men hetta verður gjørt so við og við.
- Í hálvan annan mánaða hava vit arbeitt umborð á Ennibergi, men hetta arbeiði er um at vera liðugt nú. Meginparturin av verksmiðjudekkinum er gjørt av nýggjum, og nýggj tól og maskinur eru sett upp. Annars hava vit tikið okkum av øðrum viðlíkahaldi umborð, sigur Frithleif og vísir á, at eitt av endamálunum við nýgerðini umborð á Ennibergi er at gera tað lættari at meirvirka fiskin, eitt nú til bitar.
Stór arbeiðir
Um stutta tíð fer FJM at gera eitt líknandi arbeiði umborð á rækjuskipinum, Ocean Castle, sum í løtuni er uttanlands og landar. Tá ið skipið kemur aftur, fer tað í dokk á Skála, og tá fer FJM so smátt undir at broyta verksmiðjuna umborð.
- Vit vænta, at meginparturin av hesum arbeiði fer fram, meðan skipið liggur í Saltangará, sigur Frithleif Olsen.
Men FJM hevur eisini onnur stór arbeiði fyri framman.
- Um mánaðarskiftið juni/juli skulu vit niður til Spaniu at seta upparbeiðsdekkini umborð á teimum báðum nýggju trolarunum, sum P/F Beta byggir har niðri. Hetta arbeiði verður gjørt til í Føroyum, og síðan fara fólk frá okkum niður at seta upp.
Spurdur, um fyritøkan hevur havt onnur slík arbeiðir uttanlands, sigur Frithleif, at teir hava ikki beinleiðis útflutt arbeiðsdekk ella verksmiðjur, men hava verið umborð á nógvum útlendskum skipum, sum hava verið í Føroyum.
35 fólk í arbeiði
Á FJM eru í løtuni 35 væl kvalifiserað fólk til arbeiðis, og tey hava sum nevnt ríkiligt at takast við.
Umframt hølini við Fjørðuvegin í Runavík, leigar fyritøkan eisini kjallaran hjá Bónus á Glyvrum.
- Vit fara møguliga at umhugsa at selja verandi bygning, tá ið virksemið í Runavík er flutt yvir í nýggja bygningin á ídnaðarøkinum í Rytuvík, sigur Frithleif.
Á FJM arbeiða teir mest við rustfríum stáli.
Hetta er ein privat fyritøka, ið veitir serkøna tænastu og framleiðslu av útgerð til fiskivinnuna.
FJ.M hevur Føroya størstu goymslu av rustfríum stáli, og kann soleiðis altíð veita viðskiftafólkum sínum eina góða og skjóta tænastu.
- Fyritøkan varð stovnað í 1986 og hevur verið í støðugum vøkstri. Við hollum royndum innan menning og framleiðslu av matvøruframleiðslutólum, er fyritøkan før fyri at veita heildarloysnir, líka frá tekniborði til liðug framleiðslutól, sigur Frithleif Olsen og vísir at enda á, at endamálið hjá FJM er at veita tænastur í tøttum og álítandi samstarvi við viðskiftafólk.