Fjeppari snýtti Newcastle

Heldur óvanliga setti eigarin av Newcastle, Mike Ashley, felagið til sølu á heimasíðuni hjá Newcastle, og tað fekk fleiri at gera gjøldur burtur úr felagnum. Ikki minst hjá arvafíggindunum í Sunderland elvdi hetta til stuttleika, tá ein fjeppari segði seg vilja bjarga felagnum. Undir dulnevninum Rick Parkinson segði hann, at hann vildi keypa felagið fyri 784 milliónir, umframt at hann vildi nýta somu upphædd at styrkja felagið við. Í fyrsta umfari varð boðið tikið í álvara, og tað helt Richard Parker, sum maðurin veruliga æt, vera óføra stuttligt.