Fjepparar vilja keypa Manchester United

?Teir Reyðu Riddarnir? boða frá, at teir hava tørv á stuðuli frá Manchester United fjepparum kring allan heimin.

 

Teir, sum standa aftan fyri átakið eru Keith Harris, stjóri í íløgubankanum, Seymour Pierce og Jim O´Neill, aðalbúskaparfrøðingur í Goldman Sachs. Ætlanin hjá teimum er, at savna eitt lið av 50 ríkum United-fjepparum, fyri at føra ætlanina út í lívið.

 

- Ein bólkur við nógvum eginkapitali, sum heldur við Manchester United hevði fund í London ígjár. Hesin bólkurin stuðlar verandi leiðsluna í felagnum, men sær møguleikan at geva Glazer-familjuni eitt tilboð uppá ognarlutin í Manchester United, skriva teir Reyðu Riddarnir í einum tíðindaskrivi til ensku miðlarnar. - Vit hava enn ikki havt samband við Glazer-familjuna. Fyri, at eitt tilboð skal verða gjørligt, so hava vit tørv á stuðuli frá United-fjepparum kring allan heimin, skriva teir Reyðu Riddarnir í tíðindaskrivinum.

 

Sambært SkySports, so fer tað at kosta eina miljard bretsk pund at keypa Manchester United.

 

Glazer-familjan hevur alla tíðina sagt, at teir ikki ynska at selja Manchester United. - Manchester United er ikki til sølu, sigur ein talsmaður hjá Glazer-familjuni við SkySports.

 

Tað verður tó eitt ræðuliga stórt trýst á Glazer-familjuni, um teir ikki vilja selja Manchester United. Tað er eingin ivi um, at tann risastóra fjøldin av Manchester United-fjepparum kring heimin, fer at stuðla teimum Reyðu Riddarunum.