Fjepparar spæla fyri seks ára gamla Kane

Í kvøld verður fjepparadystur á Malta, har yvirskotið fer til ungan drong við krabbamein

Í kvøld verður ein fjepparadystur á Malta, har føroysk viðhaldsfólk fara at spæla móti maltesiskum viðhaldsfólkum. Hetta er ein dystur til gaman, men eisini fyri at savna pengar inn til vælgerandi endamál her á Malta.

 

Les eisini: Yvir 200 áskoðarar á Malta

 

- Pengarnir, sum koma inn frá dystinum fara til seks ára gamla Kane. Ungi maltesin hevur fingið staðfest krabbamein, men foreldrini hava ikki ráð til viðgerð. Maltesisk fótbóltsfeløg hava í eina tíð savnað inn pengar til Kane. Saman við maltesisku fjepparunum vilja vit gera okkara íkast, sigur Andrass Thomsen, landsliðssamskipari hjá Fótbóltssambandinum,

 

Fjepparadysturin verður í kvøld klokkan 20. Frankie Jensen verður spældi venjari hjá føroysku fjepparunum, sum telur eitt nú núverandi og fyrrverandi KÍ spælarar sum Henry Heinesen, Bárður Heinesen, Heðin Klakstein og Ísak Simonsen, og FC Hoyvík spælararnar Leivur H. Joensen og Niklas Fríða Jacobsen. Hartil eisini fyrrverandi stórtalentið hjá TB, Mortan Enni.