Sum siður er í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2, so varð fjepparaprát á skránni í dag.
Fjeppararnir í dag eru báðir býráðslimir í Tórshavnar Býráði. Annfinn Brekkstein, HB-fjeppari harmaðist, at ov lítil broddur var í HB-liðnum í dag, meðan Sjúrður Olsen hinvegin kundi stórfegnast um eitt sannførandi AB-avrik, tá AB vann 2-1 á HB.
Báðir staðfesta teir týdningin fótbólturin hevur fyri høvuðsstaðarøkið, ikki minst tey mongu ungu, sum høvuðsstaðarfeløgini hava undir sínum veingjum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið vit høvdu við Annfinn Brekkstein og Sjúrð Olsen.