Fjarstýrt flogfar til yvirgang

Myndugleikarnir í USA hava tikið ein mann, tí teir hava illgruna um, at hann ætlaði at fylla eitt fjarstýrt flogfar við spreingievni og at senda tað niður í verjumálaráðið og Kongressina í Washington. Harafturat er maðurin skuldsettur fyri at hava útvegað bumbuútgerð, sum skuldi brúkast ímóti amerikonskum hermonnum í Irak.

Ákæruvaldið sigur, at tann 26 ára gamli Rezwan Ferdaus arbeiddi leingi við ætlanini, men at vandi var ongantíð á ferð, tí tey, sum hann keypti útgerðina frá, vóru í veruleikanum agentar hjá samveldisløgregluni FBI.

Um tann 26 ára gamla mannin verður sagt, at hann lærir til lækna, og at hann styðjar al-Qaeda.