Fjarstøðan hevur gagnað Føroyum

Hóast tað leikar hart á nógva staðni kring heim, so heldur stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, at føroyingar hava klárað seg væl og orsøk er til bjartskygni samanbera vit Roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing varð kunngjørdur nú um dagarnar og fyri Føroya Banka sá úrslitið gott út. Stjórin er í hvussu er nøgdur og heldur fyri, at ein av orsøkunum til, at bankin og annars føroyska fíggingarkervið hevur klárað seg betri enn fíggingarstovnar aðrastaðni er m.a. tann, at vit liggja fjarskotin og hava tí ikki verið partur av váðaíløgum í sama mun sum bankar í øðrum londum, og okkara geografiska støða hevur eisini gjørt, at útlendskir fíggingarstovnar hava ikki fingið fótin fastan her heldur.

Alt hetta og her ikki minst hetta at t.d. Føroya Banki hevur víst varsemi í sínum íløgum og útlánspolitikki og spjatt váðan er orsøkin til, at okkara fíggingarkervið er so mikið væl fyri. Janus Petersen heldur vit eiga eitt ríkt land og at framtíðin tí er bjørt, hóast myrk skýggj eru á luftini eisini.