Vandi er fyri, at Føroya Tele orsakað av kapping ikki fer at megna at veita útjaðaraøkjunum somu tænastur, sum miðstaðarøkinum.
Hesum boðaði Andras Róin, stóri fyri Føroya Tele, frá í formansfrágreiðing síni frá ársaðalfundinum hjá Føroya Tele fáar dagar áðrenn økismenningarálitið varð handað landsstýrismanninum í mentamálum í VB-húsinum í Vági.
Í økismenningarálitinum verða fjarskiftistænastur nevnar, sum ein týðandi táttur í menningini av útjaðaranum. Økismenningarálitið metir gott fjarskiftissamband vera eina ta mest avgerandi fyritreytina fyri framburði.
Men økismenningarálitið sær eisini vandan í, at Føroya Tele fær alsamt størri kapping. Økismenningarbólkurin hevur tosað við umboð fyri Føroya Tele, sum siga, at økta kappingin væntandi fer at bera í sær, at minni orka fer at verða nýtt til útjaðaran.
Oljufeløgini hjálpa
Sosialurin tók upp trupulleikan við veitingarskylduni hjá Føroya Tele undir orðaskiftinum í VB-húsinum um økismenningarálitið.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vísti á, at útlendsk oljufeløg helst kunnu tryggja samskiftið við at leggja kaðalar ella stuðla Føroya Tele fíggjarliga. Men Høgni Hoydal var eisin opin fyri, at bygt verður út við almennum stuðuli. Tó gjørdi hann púra greitt, at Føroya Tele framvegis skal rekast við vinnuligum grundarlag og at kapping skal vera á fjarskiftisøkinum.
Jóannes Eidesgaard helt tað vera heilt burturvið av Høgna Hoydal at tosa um, at oljufeløg skulu tryggja veitingarskylduna. Hann helt bestu loysnina vera, at tað almenna útbyggir og eigur linjurnar og netið, og so kunnu Føroya Tele og onnur feløg veita tænastur gjøgnum hetta kerv. Hetta helt Jóannes Eidesgaard vera bestu loysnina at tryggja útjaðaranum somu møguleikar, sum miðstaðarøkinum innan fjarskifti.
Ongan stuðul
Lisbeth L. Petersen, formaður Sambandsfloksins, var samd við hinum í, at veitingarskyldan skal tryggjast. Men hon helt kortini ikki, at Føroya Tele skal hava almennar pengar. Somu fatan hevði Jóannes Nielsen úr Fólkaflokkinum.
Helena Dam á Neystabø út Sjálvstýrisflokkinum helt tað eisini vera nátturligt at tryggja veitingarskylduna, men hon hevði einki boð uppá, hvussu hetta skuldi gerast.
Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur, sum hevur verið við til at gera økismenningarálitið vísti í hesum sambandi á, at politikarar mugu gera upp við seg sjálvar, um Føroya Tele skal vera til fyri at hava vinning, ella tað skal vera eitt felag, ið tryggjar samskiftið í landinum.
Hesum var Jóannes Eidesgaard samdur við honum í.
? Tað er løgi at hugsa sær, at føroyski landsstýrismaðurin í vinnumálum, skal vera millumgongumaður millum ísraelsmenn og palestinar innan fjarskifti, samstundis sum tað ikki ber til at tosa í GSM í Fámjin, segði Jóannes Eidesgaard.