Fjarlesararnir farnir um fyrsta skerið

Um vikuskiftið varð skipað fyri móttøka í sambandi við, at flokkurin, ið lesur fjarlestur á Robert Gordon University umvegis Handilsskúlan, hevur lokið fyrsta partin av útbúgvingini

FJARLESTUR

Um vikuskiftið varð skipað fyri móttøku og seinni døgurða fyri flokkinum av fjarlesarum á Føroya Handilsskúla.
Ein flokkur við átjan ? upprunaliga tjúgu ? fólkum hevur síðani í mars gingið sum fjarlesarar á Robert Gordon University í Aberdeen. Útbúgvingin er løgd til rættis sum partíðarundirvísing við fjarlestri. Talan er um eina master útbúgving í virkisleiðslu við heitinum Management Studies Course. Lesturin er normeraður til trý ár gevur rætt til master heitið. Næmingarnir eru fólk við útbúgving frá hægri lærastovni.
Robert Gordon er ein lærdur háskúli í Aberdeen, ið serliga er kendur fyri at vera eitt olju-universitet. Upprunaliga er skúlin ein handilsskúli burturav, men hann hevur eisini tikið náttúruvísindagreinir upp í, og tað er serliga oljuvinna, sum er dominerandi.
Robert Gordon University fast nógv við skipaðan fjarlestur umvegis teirra Virtual Cambus.
Við stuðuli frá BP fóru Føroya Handilsskúli og Robert Gordon undir eitt samstarv fjarlestri.
Talan er um fyrst um eina roynd, men báðir partar tykjast sinnaðir fyri at víðka um samstarvið.
Hátíðarhaldið varð fyriskipað í sambandi við, at flokkurin nú hevur silgt um fyrsta skerið, og próvtøkuuppgávan , sum markerar endan á fyrsta árinum, er latin inn. Flokkurin er komin á tað, tey kalla,Post graduate certificate level.
Elsa Maria Olsen, sum hevur samskipað partin hjá Føroya Handilsskúla, sigur, at tað hevur gingið sera væl við flokkinum.
?Úrslitini hava verið sera góð, og tað hava ikki verið nakrir trupulleikar av nøkrum slag. Eisini á Rober Gordon eru tey bergtikin av føroysku næmingunum, sigur Elsa Maria Olsen.
Til hátíðarhaldið vóru flest allir næmingarnir við. Eisini vóru umboð fyri Handilsskúlan, umboð fyri Robert Gordon University, bretski konsulin í Føroyum og Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, í sambandi við, at Tórshavn og Aberdeen eru vinarbýir.

Menna Handilsskúlan
Føroya Handilsskúli hevur stórar ætlanir um at fara undir bjóða hægri útbúgvingar enn miðnámsútbúgvingar.
Ein partur av hesum arbeiðinum er at seta á stovn eina menningardeild, har Elsa Maria Olsen er sett sum deildarleiðari.
?Tað eru nakrar formellar forðingar við ásentingunum um, at tað er Fróðskaparsetur Føroya, sum kann bjóða útbúgvingar av hesum slag. Vit vóna so at kunna samstarva við Fróðskaparsetrið, sigur Elsa Maria Olsen.
Føroya Handilsskúli og Robert Gordon University hava gjørt samstarvsavtalu, sum inniber, at átta av lærarunum á Handilsskúlanum skulu á skeið hjá Robert Gordon, har m.a. fýra vikur verða í Aberdeen, har lærararnir kunnu fylgja undirvísing á einum hægri stigi, enn tað, teir eru vanir við at undirvísa í.
?Undirbúgvingarnar hjá lærarunum er eingin trupulleiki, men teir skulu læra, hvussu teir skulu arbeiða við metodum, vegleiðingum og øðrum á einum hægri stigi, sigur Elsa Maria Olsen.