Nú rykkir fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík eftir svari frá Tórshavnar býráði um fjarhitamálið.
Fyri einum góðum mánaði síðani høvdu umboð fyri eigarafeløgini fund við borgarstjóran í Havn, tí tey eru ónøgd við prísin á fjarhita, og nú vilja eigarafeløgini hava at vita, um býráðið er komið til nakra niðurstøðu í málinum.
Á fundinum, sum varð hildin 10. oktober, kravdu eigarafeløgini, at býráðið tekur neyðug stig til loysn av prísspurningunum, soleiðis at prísurin antin verður lækkaður ella at fullgóðar grundgevingar verða givnar fyri prísleguni.
Í øðrum lagi kravdu eigarafeløgini, at ein óheft kanning verður sett í verk av øllum prísviðurskiftunum.
Eingi lyfti
Borgarstjórin í Havn segði seg einki kunna lova fjarhitabrúkarunum, uttan at hann vildi taka málið upp á einum fundi, sum seinni tann dagin skuldi verða við leiðsluna og nevndina í Fjarhitafelagnum.
- Nú góður mánaði er liðin siðani fundin, skulu vit spyrja, um býráðið er komið til nakra niðurstøðu í málinum. Um hetta ikki er so, nær ætlar býráðið at svara okkum, spyr fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í skrivi til býráðið.
Síðani fundin hevur Fjarhitafelagið sent brúkarunum skriv um príspolitikkin, og hetta skriv hevur eisini verið prentað her í Sosialinum. Hetta skriv meta fjarhitabrúkararnir ikki vera nakað svar upp á teirra misnøgd.
- Eftir okkara áskoðan gevur kunningarskrivið ikki á nakran hátt nøktandi frágreiðing um prísviðurskiftini. Tvørturímóti váttar Fjarhitafelagið við hesum skrivinum alment teir skeivleikar, sum vit hava víst á viðvíkjandi prísásetingini, sigur fjarhitanevndin.
Drúgt stríð
Eigarafeløgini í Hoyvík hava sett eina fjarhitanevnd at taka sær av málinum um fjarhita.
Brúkararnir halda, at teir gjalda ov nógv fyri fjarhitan og vilja tí hava prísin settan niður ella at fáa haldgóðar grundgevingar fyri prísásetingini.
Leiðslan í Fjarhitafelagnum heldur at prísurin er í lagi og vil ikki verða við til eina óhefta kanning av prísunum.
Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur í trimum uppritum víst á, at øll gjøldini hjá Fjarhitafelagnum eru sett ov høgt sammett við tað, sum tey sum hava oljufýr skulu gjalda fyri orkuna.