Loksins eydnaðist tað at fáa allar róðrarnar avgreiddar innan fyri hálvan triðja tíma. Aftan á Varmakeldu segði kappingarleiðarin hjá RSF, Hans Dávid Hansen, at tað hevði verið gott, um hálvur tími afturat kundi fílast av tíðini.
Tað eydnaðist á Skála leygardagin. Klokkan var ikki farin langt av trý, tá fyrsti róðurin fór í gongd. Og stutt áðrenn hálvgum seks kundi máldómarin skjóta fyri seinasta tíggjumannafarinum, sum kom á mál.
Karmarnir á Skála leygardagin vóru av teimum allarbestu, og hartil var veðrið av tí fagrasta. RSF hevði útvegað sær tveir startir. Ein lá á 1.000 metrum og ein á 1.500 metrum. Og alt eydnaðist til fulnar, tá tann eini starturin skuldi flytast út á 2.000 metra málið.
Kjakið hevur gingið lívliga um, hvørjar orsøkirnar eru til, at kappróðurin tekur so langa tíð at avgreiða. Summi geva barnaróðrunum skyldina, so teir eru lagdir áðrenn sjálvan FM róðurin. Onnur geva fyrireikarunum ella RSF skyldina, meðan uppaftur onnur siga, at veðrið hevur alt at siga. Hvat av hesum tað kann vera, skal her vera ósagt, men ongin ivi er um, at á Skála var alt væl fyrireikað, veðrið var gott, barnaróðrarnir vóru lidnir klokkan hálvgum trý og kappróðurin á Fjarðastevnu var liðugur, áðrenn klokkan var hálvgum seks.
Óhapp kunnu altíð henda, tá eitt so stórt tiltak skal fyriskipast, sum kappróðurin í Føroyum nú er blivin. Sjey FM róðrar umframt barna-, old girls og boys róðrar - og startar, sum skulu flytast. Men nú eru bert tvær stevnur eftir, og báðar hava bert 1.000 metra teinar, so um hugsað verður um, hvussu skjótt tað gekk á Skála, so er tað lætt at vera bjartskygdur um bæði Vestanstevnu og Ólavsøku.