FJARÐAROK í Luftina

Í morgin hósdagin 10. august kl. 15.15 fer sendingin Fjarðarok í luftina á Rás 2.
Vertar í sendingini verða teir báðir, Eyðun Jacobsen og Terje Vestergaard, sum eisini eru kendir frá sendingini Krossfeltið, sum var at hoyra seinasta vetur, eisini á Rás 2.
Sendingin fer at snúgva seg um Fjarðafestivalin, og tað verður prátað við fyrireikararnar og nøkur av føroysku luttakarunum á skránni. Umframt hetta verður eisini tónleikur frá bólkunum at hoyra. So snara teg inn á Rás 2 hósdagin og hoyr, hvat fjarðafestivalurin hevur at bjóða.